Loppen á Christiana verður aftur 1. mars karmur um føroyskan tónleik, tá hittsmiðirnir Eyðun, Terji og Kim fara á pall.
Í Føroyum hava teir hvør í sínum lagi, og saman verið stjørnur í yvir tretivu ár í bólkum sum, Terji & Føstufressar, Frændur, Eyðun og Terji, Taxi, Moirae, Funkies og Showmonnum, og tað er eingin ivi um at her vera nógvir útisetar, ið leita sær í Loppen á Christiania hetta kvøldið.
Tað er Nordic Music Agency við Jan Zachriassen, sum skipar fyri tiltakinum. Seinastu árini hava javnan verið føroysk tiltøk á Christiania, seinast fyltu Sakaris, Steso, DJ ÜBERNÖRD og Lover Lover Loppen.
Men Loppen er eitt spælistað, ið eisini dregur danir, kanska serliga hetta kvøldið tá donsku bólkarnir Select Captain og Jesper Ejrup hita upp.
Nólsoyingurin Súni Joensen fer at blanda ljós, myndir og royk tá bólkarnir spæla.
Sandoyingurin DJ Charles undirheldur eisini.
Dyrnar lata upp kl. 21.