Føroysk Gudstænasta í London

Tað er Føroyafelagið í London, sum skipar fyri

Í morgun sunnudagin, sum eisini er hvítusunnudagur, verður ein serstøk gudstænasta í London.

Tað er Føroyafelagið í London, sum bjóðar til Føroysku Summargudstænastuna í Donsku Kirkjuni við Regents Park.

Gudstænastan verður nú sunnudagin 8. juni klokkan 14.30 og tað verðurMaria Jørðdal Niclasen, Sóknarprestur á Viðareiði, sum prædikar.