Páskadag klokkan 14 verður føroysk páskaguðstænasta í Hans Egede Kirkju í Keypmannahavn.
Hetta er aðru ferð, Santa Ólava Kirkjulið heldur páskaguðstænastu í nýggja tilhaldi sínum, Hans Egede Kirkju.
Fyrsta januar í fjør flutti føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn úr Samuelskirkjuni, har tey høvdu hildið til í 41 ár, og 28. november næsta ár hátíðarheldur kirkjuliðið sín 100 ára stovningardag.
Á páskagudstænastuni í ár fara eitt víðkað SÓK Kór, og ein solistur, at syngja. Helgi Breinier Petersen stjórnar og spælir urgu, Bergur Jacobsen prædikar, og limir í kirkjuráðnum lesa bíbliulestrarnar.
- Nútíðin er eisini komin til føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn, og tí verður nýggja uppískoytið til sálmabókina tikið í nýtslu hendan dagin, tá ið tey fara at syngja ”Tag det sorte kors frá graven”, hjá Grundtvig og sum Axel Tórgarð hevur týtt, sigur prestur.
|