Tað hevði kostað umleið hálva millión, um Føroyar luttóku á jøvnum føti við onnur lond í Evropa í Eurovision-kappingini.
Tað segði Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri
– Eitt tað fyrsta, sum Annika Mittún Jacobsen kannaði sum kringvarpsstjóri var, hvat skuldi til,fyri at Føroyar kundu luttaka í Eurovison-kappingin, sum danir kalla Melodi Grand
– Men svarið var, at tað bar ikki til, tí at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land.
Tað segði Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, við kringvarpið, sum spurdi hann, hví Føroyar ikki hava sjálvstøðuga luttøku í Eurovision-sangkappingini, sum verður í kvøld.
Men sjálvt um Føroyar ikki eru limur í EBU, sum er felagsskapurin hjá evropisku kringvørpunum, so hava føroyingar fleiri ferðir luttikið í kappingini – oftast í Danmark, men eisin í Íslandi og Svøríki.
Fyrstu ferð føroyingar luttóku, var í 1979, tá Annika Hoydal saman við Jógvan Telling, Jógvan Dahl og Ian McCalman luttók við sanginum Aldan, sum gjørdist nummar fýra.
Men hví skipar Kringvarpið ikki fyri føroyskari luttøku í Eurovision-sangkappingini?
– Tá Annika Mittún kannaði tað, fekk hon at vita, at tað var eitt krav, at Føroyar skuldu vera eitt sjálvstøðugt land. Seinni kannaði Dia Midjord málið, og tá var støðan broytt. Tí tá var tað ikki eitt krav, segði Johnny í Grótinum við kringvarpið hósdagin.
– Nú er tað ikki útlokað, at vit kunnu vera við. Vit skulu bara vera limir í EBU. Tað kostar okkum umleið eina hálva millión um árið, greiddi Johnny í Grótinumfrá.
Men fyri hesa hálvu milliónina fær Kringvaprið annað enn Grand Prix luttøku.
– Tað gevur okkum eisini atgongd til annað tilfar, sum vit keypa frá øðrum veitarum – bæði tíðindatilfar og annað tilfar. Nú hyggja vit upp á, um tað gevur meining at vera limur í EBU, heldur enn at gjalda fyri okkurt annað, segði Johnny í Grótinum.
Spurdur um hann hevði hættað sær undir at skipa fyri Melodi Grand Prix í Føroyum segði Johnny í Grótinum, at tað sjálvandi hevði kravt nógv.
Hann greiddi frá, at hann jústhevði verið á gátt hjá DR herfyri, har tey høvdu vent hesum spurningi. Har greiddu tey honum frá, at Grand Prix var eitt stórt tak hjá DR eisini.
– Men tað er sjálvandi ein spuringur um, hvat vit vilja. Hetta er ein longri prosess. Vit skulu søkja um limaskap og vit skulu kannað um vit fáa nóg mikið burturúr, segði Johnny í Grótinum við Kringvarpið.










