Føroysk framleiðsla í Bylgjuni

- Vit gera nógv meira í Føroyum, enn fólk vanliga ímynda sær, sigur Etly N. Højgaard, samskipari.

Tá árliga Faroexpo stevnan verður í Runavík í seinna helmingi av oktober, verður eisini ein serstøk søluframsýning í nýggju fimleikarhøllini í Runavík við ymiskari føroyskari framleiðslu.

 

Orsøkin til, at Faroexpo nú víðkar um sítt konsept, er, at umstøðurnar við samanbygdu hallunum - Bylgjuni - eru vorðnar so góðar.

 

- Endamálið við framsýningini við føroyskum veitarum er at varpa ljós á ymisku vørurnar og tænasturnar, sum verða framleiddar í Føroyum, og framsýningin er ment í samstarv við Vinnuframa.

 

Etly N. Højgaard, samskipari, sigur, at hugskotið við at hava eina søluframsýning á Faroexpo er at geva íverksetum og etableraðum føroyskum framleiðarum karmar at netverka, samstarva, mennast og fáa íblástur.

 

Hon sigur, at øll tann eftirhondini traditionella Faroexpo-stevnan verður, sum hon plagar at vera - við partneriati og ráðstevnu í Løkshøll.

 

- Søluframsýningin undir heitinum - Føroysk framleiðsla - kemur nú aftrat, og her verður høvi hjá føroyskum framleiðarum í breiðari merking at verða við og sýna fram sínar vørur og framleiðslur.

 

Etly sigur, at søluframsýningin verður almenn, og tað verður ókeypis hjá vitjandi at vitja framsýningina. Ætlanin er at hava tilmeldingarmøguleikan opnan til 1. oktober.

 

Søluframsýningin verður opin hósdagin 22. oktober, meðan partneriatið er - frá klokkan 10-17, men fríggjadagin 23. oktober verður opið heilt frá klokkan 08 á morgni til klokkan 20 á kvøld.

 

- Vit vilja gjarna geva almenninginum høvi at vitja søluframsýningina, og tí verður hon opin heilt til klokkan 20 fríggjakvøldið. Tað merkir, at fólk, sum eru til arbeiðis fríggjadagin, eisini fáa høvi at støkka inn á gólvið í Bylgjuni og síggja forvitnisliga føroyska útboðið.

 

Etly heldur tað vera av stórum týdningi, at ljós verður varpað á alt tað, vit framleiða í Føroyum, og hetta vil Faroexpo vera við til.

 

- Vit gera nevniliga nógv meira her heima, enn fólk vanliga ímynda sær, og vit gleða okkum at lata upp alment - og ókeypis - í Bylgjuni hósdagin og fríggjadagin, 22. og 23, oktober.

 

Søluframsýningin á Faroexpo er ætlað stórum, smáum, yngri og eldri fyritøkum, men treytin er, at framleiðslan á ein ella annan hátt er føroysk.

 

Etly N. Højgaard sigur, at framsýnandi fyritøkurnar verða innan føroyska matvøruframleiðslu, sniðgeving, listahandverk av ymiskum slag, KT-loysnir og mangt annað.