Føroysk framleiðsla á Faroexpo

Almenningurin hevur ókeypis atgongd, og hava fyritøkurnar møguleika at selja teirra vørur til vitjandi.

Eitt nýtt ískoyti til ársins Faroexpo verður ein almenn framsýning við heitinum: “Føroysk framleiðsla”.  

 

- Endamálið við framsýningin er at heiðra ymisku vørurnar og tænasturnar, sum verða framleiddar í Føroyum. Framsýningin er ment í samstarv við Vinnuframa.

 

Tað sigur stjórin í VRG, Virkisráðgevingini, Símun Hammer, sum samskipar Faroexpo.

 

Hann vísir á, at hugskotið við at hava eina framsýning á Faroexpoe er at geva íverksetum og etableraðum føroyskum framleiðarum karmar at netverka, samstarva, mennast og fáa íblástur.

 

Almenningurin hevur ókeypis atgongd til framsýningina, og hava fyritøkurnar møguleika at selja teirra vørur til tey vitjandi.

 

Framsýningin er ætlað stórum, smáum, yngri og eldri fyritøkum, men treytin er, at framleiðslan á ein ella annan hátt er føroysk. Framsýnandi fyritøkurnar verða innan føroyska matvøruframleiðslu, sniðgeving, listahandverk av ymsum slag, KT loysnir og mangt annað.

 

- Framsýningin - “Føroysk framleiðsla” - verður í Bylgjuni í Runavík har partenariatið eisini er,  og verður opin fyri almenninginum 22. og 23. oktober, sigur samskiparin, Símun Hammer.