Føroysk eldsál til Afrika at hjálpa

Arbeiðið er ólønt og varar í ein til tríggjar mánaðir

Í sambandi við, at Føroyar hava latið menningarstuðul til eina heilsuverkætlan í Kenja, leitar løgmansskrivstovan nú einum heilsustarvsfólki úr Føroyum at virka í Kenja í 1-3 mánaðir.

Starvið er ólønt, men útreiðslur í sambandi við ferðing, uppihald, trygging , og annað, og annað, verða goldnar.

Tað er altjóða felagsskapurin Christian Aid, sum umsitur verkætlanina og verkætlanin er í Narok County, sum liggur í útsynningspartinum av Kenja.

Talan er um eina fýra ára verkætlan, ið byrjaði í januar 2013 og heldur fram til árslok 2016.

Verkætlanin verður framd í samstarvi við heilsumálaráðið í Kenja og staðbundnar myndugleikar og felagsskapir, sum virka í Narok økinum.

 

Kenja telist millum heimsins fátækastu lond og í Narok County livir 33,7 prosent av fólkinum undir fátækramarkinum, og heilsustøðan er ikki góð.

Talið av barna- og móðirdeyða er høgt vísir, hvussu átrokandi tørvur er á at betra um heilsustøðuna hjá mammum og børnum í økinum.

 

- Endamálið við verkætlanini er at betra um heilsuna hjá kvinnum, ið eru við barn, og at minka um barnadeyða við m.a. at betra um tænastur og viðgerð í sambandi við barnsburð og barnarøkt.

Tann, sum fer til Kenja, skal hava heilsuliga útbúgving og royndir á økinum.