Føroysk skúlabørn skulu nógv heldur hava enskt í skúlanum enn danskt. Tað heldur ein stórur meiriluti av føroyingum.
Hetta er eitt úrslit í eini umfatandi veljarakanning, Lóður hevur gjørt fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Í kanningini var ein av spurningunum, hvat fremmant mál, tað hevur týdning at føroysk børn læra tíðliga í fólkaskúlanum.
Og her er eingin ivi, tí heili 71 prosent av føroyingum halda, at tað er týdningarmest at læra enskt og bara 26 prosent halda, at tað er týdningarmest at læra danskt. Eitt prosent halda, at vit skulu læra okkurt heilt annað mál og tvey prosent vita ikki.
Í hesum sambandi er lítil og eingin munur á mannfólki og á konufólki. Hinvegin er eitt sindur munur á, hvat fólk í ymsum aldursbólkum halda.
Serliga leypir í eyga, at av teimum 15-29 ára gomlu, eru tað heili 87 prosent av føroyingum, sum halda, at enskt er tað týdningarmesta fremmanda málið at læra tíðliga í fólkaskúlanum.
Samstundis vilja bara 10 prosent av teimum hava danskt sum fyrsta fremmandamál í skúlanum.
Annars er tað so dánt javnt býtt ímillum teir ymsu aldursbólkarnar, tí hevur danskt frægastu undirtøkuna ímillum tey miðaldrandi í aldrinum frá 30-44 ár, tí í tí aldrinum halda “bara” 65 prosent, at enskt er tað týdningarmesta fremmanda málið at læra.
|









