Sum lógin nú er orðað, kunnu vit koma í ta støðu, at ein útlendingur, sum hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, verður sendur av landinum saman við børnunum, skuldi tað hent, at føroyski makin doyr.
Tað upplýsti Johan Dahl, landsstýrismaður í morgun, sigur Helgi Abrahamsen, tingmaður Hann hevur spurt landsstýrismannin, hvussu støðan er hjá útlendingum, sum búgva í Føroyum við føroyskum maka.
Johan Dahl sigur, at eftir útlendingalógina er støðan tann, at ein útlendingur, sum hevur fingið uppihaldsloyvi í Føroyum, lýkur vanliga ikki longur treytirnar fyri uppihaldsloyvinum aftaná at føroyski makin er deyður.
Men hann leggur afturat, at hann er ikki nøgdur við hesa støðuna. Men hetta er eitt mál sum danska stjórnin umsitur, men nú fer Vinnumálaráðið at biðja ríkismyndugleikarnar um at gera uppskot, sum kann leggjast fyri Løgtingið á ólavsøku.
Bæði Helgi Abrahamsen, og onnur tingfólk, vístu á, at talan er um eina somikið álvarsama støðu, at neyðugt var at fáa lógina broytta sum skjótast. - Útlendingalógin skal vera púra greið, men hon má samtíðis eisini taka menniskjanslig atlit, segði Helgi Abrahamsen.
|