Nú er ein føroysk barnabók komin um happing.
Tað er Halldóra Dam, sum hevur skrivað bókina, sum hevur fingið heitið: Lat eisini meg.
Hon hevur áður skrivað søgur í Mína jólabók og søgur í tíðarritið Vencil, umframt yrkingar, men hetta er hennara fyrsta bók.
Heitið á bókini er ein bøn um at sleppa upp í part og reyði tráðurin er, at tað eru summi, sum standa uttanfyri felagsskapin og ikki sleppa inn.
Bókin er um gentuna, Drós, sum verður illa happað í skúlanum Men hon sigur einki fyri foreldrunum tí at hon er bangin fyri at gera tey kedd.
- Støðan av at vera púra einsamøll við hesum, er ótolandi. Men tíbetur kemur Drós at kenna tvey púra ólík fólk, sum hjálpa henni og geva henni dirvi, sigur Bókakadeild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið bókina út.
- Halldóra Dam er ikki bangin fyri at siga, at happing er ikki eitt fyribrigdi ímillum happara og tann happaða, men er ein trupulleiki, sum flokkurin eigur at arbeiða við, saman við foreldrum og lærarum.
Bókadeildin sigur, at hetta er ein viðkomandi bók, sum børn fara at kenna seg aftur í.










