Føroysk arbeiðspláss hava í stóran mun strikað døgverðatíman. Tað vísir ein kanning Føroya Arbeiðarafelag hevur gjørt.
Ein spurningur, limirnir í Føroya Arbeiðarafelag, fingu í sambandi við kanningina, er, hvussu langan døgverðatíma, tey hava.
Fyri nøkrum árum síðani høvdu næstan øll arbeiðspláss døgverðasteðg í ein tíma. Onkuntíð stakk kjakið seg upp um at avtaka døgverðatíman. Men tað var sum at festa í fjús, tí tað vidlu fólk ikki hoyra talan um.
Men kanningin, sum nú er gjørd, vísir, at her er rættiligt glið komin á. Kanningin vísir, at nú eru tað bara 10 prosent av teimum í Føroya Arbeiðarafelag, sum hava døgverðasteðg í ein tíma.
Hinvegin hava 24 prosent døgverðasteðg í ein hálvan tíma og heili 41 prosent hava bara døgverðasteðg í 20 minuttir. Og so eru tað 25 prosent, sum hava aðrar skipanir.
Í Føroya Arbeiðarafelag er niðurstøðan, at arbeiðsfólk vilja heldur offrað døgverðatíman fyri at sleppa ein tíma fyrr heim um dagin.
|










