Í gjár var seinna innleiðandi umfarið av HM í karaoke, har føroyingarnir Paula Danielsen, Tórshavn, og Kristian Johannesen, Klaksvík, hava luttikið. Tey bæði hava sungið hóskvøldið og fríggjakvøldið, har Paula hevur sungið Stay og At Last, meðan Kristian hevur sungið New Shoes og Wake Me Up. Aftaná allir 40 luttakararnir úr teimum 20 ymisku londunum høvdu sungið, var kunngjørt, hvør av luttakarunum kom víðari til hálvfinaluna. 10 menn og 10 kvinnur komu víðari.
Fyrsta navnið, ið var kunngjørt at koma víðari var føroyska Paula Danielsen. Meðan tað tíanverri ikki eydnaðist Kristiani Johannesen at koma víðari, hóast hann við seinna sanginum bergtók allan salin. Paula Danielsen verður tískil í kvøld at vera partur av hálvfinaluni, har hon fer at syngja May It Be hjá Enyu. Aftaná allir luttakararnir hava sungið verður kunngjørt, hvør kemur víðari til finaluumfarið og sleppur at kappast um heimsmeistaraheitið.
HM tiltakið endar við, at allir luttakarirnir syngja We Are The World, her hevur Paula Danielsen longu fingið eina leiðandi leiklut.