Bergur Nielsen Trio vitjar í Føroyum í mai.
Bergur Nielsen er føroyskur gittarleikari búsitandi í Keypmannahavn. Hann hevur stórsta partin av tónleikalívinum verið virkin í Danmark. í fjør gav hann út fløguna West of Somewhere undir egnum navni.
Talan er um jazztónleik við greiðum íblástri frá rokki, blues og filmtónleiki. útgávan var væl móttikin av ummælarunum.
Danska jazztónleikaskrivið JAZZ Special segði m.a. soleiðis um útgávuna: ”Det er et æterisk, svævende og luftig musik, der bæres fint igennem af Nielsens syngende tone. Billedlig talt males der på store lærreder med brede pensler og kraftige farver, Bergur har hentet det bedste fra rockmusikken og med stor dygtighed fået det implementeret i jazzens univers… Cd’en har potentiale til at få et stort publikum i tale.”
Við sær á konsertferðini hevur Bergur somu tónleikarar, sum eru við á útgávuni. Tobias Lyng á bassi og Kristoffer Tophøj á trummum. Báðir eru ungir tónleikarar, sum eru virknir á danska jazz og heimstónleikapallinum. Hesir tríggir tónleikararnir hava spælt nógvar konsertir saman síðstu árini.
Trímannabólkurin var nomineradur til eina FMA sum árins bólkur 2015. Nú gongur leiðin so til Føroya










