Í dag hevur Danmarks Radio kunngjørt tey átta nøvnini, sum skulu vera við í donsku Melodi Grand Prix kappingini. Hesi fara at kappast um at sleppa at umboða Danmark í stóru europeisku kappingini, nevniliga Eurovision, har lond í Europa við hvør sínum umboði kappast í sangi.
Millum hesi átta nøvnini er ein føroyingur – Janus Wiberg Mortensen.
Sangurin hjá Janusi eitur "I Need Your Love". Hann er skrivaður av Janus Wiberg, Nick Tsang, Søren Balsner, Símun Dam, Danny Baldursson og Hans Marius Weihe Ziska.
Føroyingar hava fleiri ferðir áður roynt seg í donsku grandprix kappingini. Í fjør vann føroyski Rani Petersen (Reiley) til dømis. Tað gekk tó ikki líka væl í Eurovision-kappingini, har hann ikki slapp víðari í finaluna. Hetta var tó fyrstu ferð, at ein føroyingur var við í stóru Eurovision-kappingini.
Ein onnur, sum er við í Dansk Melodi Grand Prix, er sangkvinnan Aura Dione – og hon hevur føroyskar røtur, tí mamma hennara er føroysk/fronsk. Ein annar kendur luttakari er Basim, sum var við í X-Factor í 2008, og hann royndi seg eisini í Grand Prixnum í 2015.
Les meira um hinar luttakararnar HER.
Sangurin hjá Janusi Wiber Mortensen "I Need Your Love" kann hoyrast her:
##med2##