- Eg kann vátta, at vit arbeiða við einum máli um barnaporno Tað sigur Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Hann sigur, at illgruni er um, at ein 35 ára gamal maður hevur við barnaporno at gera.
Av tí, at talan enn er um ein illgruna, er maðurin ikki varðhaldsfongslaður og sostatt er heldur eingin skuldseting reist enn.
Men í sambandi við kanningarnar, hevur løgreglan gjørt húsarannsókn í trimum húsum ymsastaðni í Føroyum.
Rannsóknirnar vórðu gjørdar samstundis. Men í hesum førum umfata kanningarnar um ein ring av barnaporno sum røkkur um Danmark og Føroyar og tískil vórðu eisini húsarannsóknirgjørdar gjørdar í Danmark.
Tiltakið varð samskipað, so at húsarannsóknirnar í Føroyum og í Danmark vórðu gjørdar akkurár í senn, sigur Jón Klein Olsen.
Hóast húsarannsóknir vórðu gjørdar í fleiri húsum, er talan um ein mann, sum er undir illgruna.
- Øll trý húsini hava verið uppihaldsstað hjá hesum sama manni, sigur leiðarin á Kanningardeildini hjá løgregluni.
Hann sigur, at í húsaransóknunum er hald lagt á telduútgerð hjá manninum og hon verður nú kannað at vita um barnapornografiskt tilfar er at finna í teldunum.
Jón Klein Olsen sigur, at tað verður eitt rættiliga umfatandi arbeiði sum fer at taka fleiri vikur, tí talan er um nógvar harðdiskar, sum skulu kannast.
|










