Føroyingur til HM í go-kart

Føroyingurin Ian Andersen skal til HM í go-kart í Brasil 23. til 27. juli.

33 ára gamli Ian Andersen skal til HM í go-cart í Brasil. Hetta skrivar netavisin.fo. Ian Andersen, ið hevur røtur í Runavík, flutti til Danmarkar sum ungur, at ganga á skúla fyri deyv. Hóast hann er deyvur, hevur hetta ikki forða honum, at gerast ein av heimsins bestu go-kart-koyrarum, og nú liggur leiðin til HM í Brasil.

 

Ian Andersen umboðar Danmark, men sigur við Netavísina, at hann kennir seg eisini sum umboð fyri Føroyar. Hetta sæst eisini aftur á búna hansara, har føroyska flaggið hevur fingið pláss við síðunarav navninum og á hjálminum.

 

Trýst HER fyri at koma inn á heimasíðuna hjá Ian Andersen.

 

Trýst HER fyri at lesa meiri um HM í go-cart í Brasil.