Føroyingur tikin fyri óvanliga grovt rán

Hann er skuldsettur fyri rán, eftir at hann tvingaði ein danskan milliarding, at flyta sær 2,5 milliónir krónur á eina kontu

Ein 35 ára gamal føroyingur, er handtikin á bústaði sínum í Roskilde, fyri tað, danska Ekstrablaðið kallar eina eygnarívandi rán frá einum donskum milliardingi.


Talan var um høvuðspartaeigaran í Coloplast, tann 70 ára gamli, Niels Petur Louis-Hansen, Hann er ein av ríkastu monnum í heimi, men livir eitt stilt og friðarligt lív í Norðursælandi.


Men nú sunnukvøldið breyt ein maður seg inn á tey heima við hús og við eini skammbyrsu, ella onkrum, ið líktust eini skammbyrsu, noyddi hann hjúnini at flyta sær 2,5 milliónir á eina kontu, skrivar Ekstrablaðið.


Hann breyt ein rút fyri at sleppa inn í húsini, men onkusvegna miseydnaðist tað at flyta pengarnar, so samanumtikið fekk ránsmaðurin einki burtur úr.


Løgreglan váttar fyri Ekstrablaðnum, at ein 35 ára gamal maður er handtikin og skuldsettur fyri serliga groft rán og hann er nú varðhaldsfongslaður til 30. mars ímeðan málið verður kannað.

 

Annars vil løgreglan ikki siga so nógv um málið, tí grundlógaravhoyringin var fyri afturlætnum hurðum.

 

Men Ekstrablaðið veit at siga, at talan er um ein føroying, men hann hevur ikki verið í hóslag við løgregluna áður.


Løgreglan sigur, at tað er einki, sum bendir á, at innbrotstjóvurin kendi hjúnini, hann breyt seg inn á. Løgreglan hevur heldur ikki funnið skammbyrsuna, ella tað, sum líktist eini skammbyrsu