Føroyar skulu bjóða seg fram at átaka sær formansskapin í FIFA.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Rumbul og gølur hava merkt altjóða Fótbóltssambandið í langa tíð, og í gjár elvdi tað til, at Sepp Blatter, sum annars varð afturvaldur til forseta í FIFA, fríggjadadagin, legði frá sær.
Og nú telvingin um, hvør skal vera nýggjur formaður, er byrjað, heldur løgmaður, at Føroyar skulu bjóða seg fram.
- Eg vil við hesum heita á leiðsluna í FSF um at Føroyar bjóða seg fram at yvirtaka formansskapin í FIFA, sigur hann á Facebook.
- Eg eri púra sannførdur um at tað er rætt at gera fyri okkum sum fótbóltstjóð, sigur hann.
Hann sigur, at Føroyar hava prógvað av álvara, í altjóða fótbólti vilja vit nakað og FSF hevur gjørt eitt gott arbeiði frá tí vit byrjaðu at spæla við teimum stóru.
- Okkara landslið er í løtuni útfrá teimum umstøðum vit hava okkara stoltleiki bæði úteftir og her heima.
Lat okkum tora enn meira uttanfyri vøllin uppá sama máta sum vit tora úti á vøllinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.