Føroyingur setur dám á olympisku leikirnar

Ein føroyingur fekk tann stóra heiður av at sniðgeva troyggjurnar til norsku ítróttarfólkini á olympisku vetrarleikunum og til russisk umboð á leikunum

 

Tá ið vetrar – olympisku leikirnir verða settir í Sochi í Russlandi fríggjadagin, er vert at halda eitt vakið eyga við teimum norsku ítróttarfólkunum og norsku kongshjúnunum.

 

Tey eru nevniliga í troyggjum, sum føroyska Svanhild Strøm, hevur sniðgivið.

 

Hon sigur, at hetta hevur verið ein stór og krevjandi uppgáva, sum hon fór undir arbeiði fyri yvir tveimum árum síðani.

 

Men troyggjan er sera væl dámd.

 

- Tað er ómetaliga stuttligt at síggja so nógf fólk – og sjálvan kong í troyggjuni, sigur hon.

 

Á myndini síggjast eitt maður og ein kvinna í norsku OL troyggjuni hjá Svanhild Strøm.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Svanhild Strøm greiða frá troyggjunum – og øðrum spennandi uppgávum, hon hevur fingið fyri russkisku fyrireikararnar í sambandi við olympisku leikirnar.