Mary Maersk førdi hægsta tal av konteynarum nakrantíð á einum túri millum Evropa og Asia. Hesum boðar Maersk Line Social frá.
Tað var á túrinum úr Algeciras í Spania til Tanjung Pelepas í Malaysia, at Maersk førdi 17.603 tjúgufóts konteynarar, tað hægsta talið, nakrantíð ført á báti.
Mary Maersk rúmar 18.270 konteynarum ella TEU (twenty-foot equivalent units), sum tað kallast. Enn hava teir tó ongantíð siglt við fullum kapasiteti.
Í seinastuni eru havnirnar í Algeciras og á Tanjung Pelepas umvældar, millum annað fyri at kunna gagnnýta stóru støddina á Mary Maersk til fulnar. Og nú var arbeiðið liðugt báðumegin og Mary Maersk kundi tí royna seg.
Thorvald Hansen, skipari, sigur, at øll manningin er stolt av bragdinum.
- Tað er ein góð kensla og gevur góð minni at minnast aftur á seinni í lívinum.
Beint yvir helvtin av konteynarunum vóru tómir og skuldu førast yvir aftur til Asia til víðari nýtslu har. Restin var full av vørum til asiatiska marknaðin, sigur Thorvald Hansen.
Túrurin eystureftir gekk væl, sambært skiparanum:
- Vit vóru eitt sindur spentir, tá vit fóru gjøgnum Suez-kanalina við so stórari last, men alt gekk eftir ætlan, sigur Thorvald Hansen við Maersk Line Social.










