Bogi Bech Jensen, ið fyri stuttum flutti til Føroya fyri at gerast professari í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum, er júst útnevndur til vitjandi professara við Newcastle University.
Bogi Bech Jensen vardi sína doktararitgerð við júst Newcastle University í 2010, og hevur síðani tá samstarva við universitetið í størri og minni mun.
Bogi Bech Jensen hevur skrivað fleiri enn 60 vísindaliga greinar. Í tíðindaskrivinum frá Newcastle University verður eisini víst á, at Bogi Bech Jensen er ein av heimsins leiðandi serfrøðingum innan sítt øki.