Føroyingur lýsir ókenda heilasmittu

Ein føroyingur var við at lýsa heilasmittu, sum ongantíð áður hevur verið sett í samband við menniskju.

Ein føroyingur hevur verið við í arbeiðinum at lýsa smittuna í heilanum, Sphingomonas koreensis. Undan granskingararbeiðinum, vórður einans 15 útgávur um júst hesa heilaígerðina, umframt, at hetta er fyrstu ferð, at hon verður sett í samband við sjúku hjá menniskja. 

 

Tað er Shahin Gaini, yvirlækni ph.d. og senior granskari á medisinsku deildini á Landssjúkrahúsinum sum er knýttur at Infektiónsmedisinsku Granskingareindini á Odense Universitetshospital og Syddansk Universitet, ið hevur verið við til at lýsa eina nýggja ígerðarsjúku. 

 

Talan er um lívshóttandi nervaígerð, ið kann seta seg í heilan. Lýsingin av hesi nýggju ígerðarsjúku var útgivin í desember 2014 í fremsta tíðarritinum innan kliniska mikrobiologi, Journal of Clinical Microbiology, boðar Granskingaráðið frá á heimasíðu síni. 

 

Tað eru einans 14 ár síðan, at rakt var við bakteriuna á fyrsta sinni. Tá var talan um eina umhvørvisbakteriu, sum var funnin í náturligum mineralvatni í Korea, harav navnið 'Koreensis'.