Føroyski sjónleikarin Meinhard St. John hevur saman við manni sínum Paul Andrew St. John keypt eini risastór marglætishús í Keypmannahavn fyri 53 milliónir krónur. Hetta skrivar danskir miðlar í dag - Ekstra Blaðið og Se og Hør.
Talan er um eini hús við 12 kømrum í Klampenborg, sum taldust millum dýrastu húsini á danska sølulistanum, tá tey vórðu lýst til sølu fyri 55 milliónir í fjør.
Hjúnini keyptu húsini longu í september, skrivaðu undir avtaluna nú í desember, og teir sleppa at flyta inn í húsini 14. januar, skrivar Ekstra Blaðið.
Meinhard er føroyingur, men flutti sum ungur til Danmarkar. Hann hevur eisini búð í Grønlandi, Svøríki, Schweiz og Eysturríki, men hevur seinastu árini búð í California við familju síni.
Sum sjónleikari hevur Meinhard serliga spælt við í stuttfilmum, og so hevur hann gjørt nógvar lýsingar.