Føroyingur høvuðsvenjari í Svendborg

Fyrrverandi føroyskur landsliðsleikari verður helst nýggjur høvuðsvenjari hjá Svendborg í triðbestu donsku deildini

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Julian Johnsson, sum spældi 62 dystir á føroyska landsliðnum í tíðarskeiðnum 1995-2006, er nýggjur høvuðsvenjari hjá danska felagnum Svendborg. Tað skrivar danska heimasíðan bold.dk í morgun.

 

Julian Johnsson spældi í Svendborg frá 2007-2010, har Julian eisini var liðskipari og hjálparvenjari.

 

Í 2005 var Julian Johnsson venjari hjá B68. Ta ferðina vann B68 næstbestu føroysku deildina.

 

Bold.dk leggur tó dent á, at tíðindini ikki eru váttaði enn, men at tað er nógv sum bendir á, at Julian verður kunngjørdur innan stutta tíð.

 

39 ára gamli Julian Johnsson umboðaði í sínari tíð HB, B36, Kongsvinger, Sogndal, Hull City, ÍA, B68 og Svendborg sum leikari.