Jan Joensen, sum er ættaður av Strondum, hevur seinastu 10 árini arbeitt sum útleigustjóri hjá DSB Ejendomme, har hann hevði ábyrgd av eitt nú Københavns Hovedbanegård og Hovedbanegårdens Shoppingcenter, har fleiri enn 100.000 fólk vitja dagligt.
Her hevur hann eisini havt ábyrgd av eitt nú Aarhuus Streetfood, CPH Village II og BaneGaarden í Jernbanebyen, sum í fjør varð kosin "Byens Bedste Byrum".
Føroyingurin hevur soleiðis havt ábygdina av útleigu av allari fastari ogn hjá DSB, sum fevnir um umleið 500 bygningar á tilsamans 500.000 fermetrar, umframt umleið hálva miljón fermetrar av jørð.
Refshaleøen er eitt gamalt ídnaðarøki í Keypmannahavn, sum árini 1872 til 1996 hýsti stóru Burmeister & Wain skipasmiðjuni, sum millum fólk verður kallað, B&W-værftet. Tá skipasmiðan fór á húsagang í 1996, yvirtóku teir fýra kreditorarnir, Sampension, PKA, PFA og Pensam skipasmiðuna.
Økið, sum teir fýra pensiónskassarnir nú eiga, er umleið 525.000 fermetrar til støddar og liggur í Københavns Havn, yvir av Langelinie og Amalienborg.
Refshaleøen skal komandi árini gerast til ein nýggjan býarpart i Keypmannahavn - við bygningum, ið skulu húsa bæði íbúðum og vinnuligum endamálum. Væntandi verður farið undir at byggja nýtt í 2025-2026.
##med2##
Sum ein liður í hesi menning verður arbeitt við at útleiga teir gomlu skipasmiðubygningarnar fyribils, til byggjast skal, og soleiðis eru í dag fleiri enn 160 ymiskir leigarar í einum kreativum øki við eitt nú list, matstøðum, festivalum og íverksetan - og út við tveimum miljónum vitjandi árliga.
Millum teir kendastu leigararnir á Refshaleøen kunna nevnast matstovan Alchemist, ið hevur tvær Michelin-stjørnur, Reffen (Streetfood), listasavnið Copenhagen Contemporary og Copenhell festivalurin.
Ein av avbjóðingunum hjá Jan Joensen verður at arbeiða við at fáa tað kreativa umhvørvi, sum serliga eykennir Refshaleøen í dag, til eisini at gerast ein týðandi partur av býarmyndini í framtíðini.
##med3##
Jan Joensen byrjaði sítt arbeiðslív við at læra til bilmekanikara hjá D.B. Bilum í Havn, har Derek Brockie var stjóri. Síðan fór hann til Danmarkar at lesa løgfrøðið og fekk prógv í 2004.
Seinni fekk hann eisini prógv sum Executive MBA á CBS.
Jan Joensen er ættaður av Strondum, og í 1983 flutti familjan til Havnar at búgva. Hóast hann hevur búð niðri í næstan 25 ár, hevur áhugin og bondini til Føroyar altíð havt stóran týdning fyri hann, og hann vitjar javnan familjuna í Føroyum.
##med4##