Tann 23 september í 1722, klokkan 17 danska tíð, var tað fyrstu ferð, at tey tosaðu danskt í einum sjónleikarahúsi í Danmark. Tað var ikki bara ein søgulig hending fyri sjónleik í Danmark, men ein kollvelting fyri danska samfelagið. Nú vórðu søgur sagdar á donskum og tað danska málið breiddi seg í hvønn krók í samfelagnum. Og tey siga, at tað er upprunin til danskan skaldskap.
Í tí sambandi hevur Post Nord givið út eitt nýtt frímerki og ein av teimum, sum er avmyndaður á tí, er okkara fremsti sjónleikari, Olaf Johannesen. Hann er avmyndaður í leikluti sínum sum Jeppe á fjallinum, sum hann spældi á Grønnegårdsteatrinum í 2016.