Tíðliga seinnapartin var føroyingauppgerð og samstundis toppuppgerð í bestu týsku hondbóltsdeildini.
Í Max Schmelling høllini í Berlin tók liðið hjá Hákuni West av Teigum móti liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf.
Dysturin endaði við 37-33 sigri til Füchse Berlin. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 17-15.
Hákun var effektivur í dag. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Vilhelm skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Füchse Berlin er fremst í deildini við 44 stigum. Melsungen er næstfremst við 42 stigum. Hannover Burgdorf er nummar trý við 39 stigum.