Føroyingauppgerð avlýst vegnar fíggjarligar trupuleikar hjá Ajax

Dysturin millum liðið hjá Leivi Mortensen og Brandi Halgirssyni og liðið hjá Róki Akralíð bleiv avlýstur beint áðrenn dysturin skuldi byrja

Føroyingaliðið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, Ajax úr Keypmannahavn er í stórum fíggjarligum trupuleikum.

 

Ajax hevur ikki nóg mikið av peningin til at tryggja sínar spælarar í einari arbeiðsskaða-tryggingarskipan, og tí bleiv dysturin millum liðið hjá Leivi Mortensen og Brandi Halgirssyni, Ajax og liðið hjá Róki Akralíð, HC Aarhus av ongum.

 

Dysturin í Keypmannahavn skuldi av røttum byrja klokkan 13.30 í dag, men bleiv avlýstur beint undan ásettu dystarbyrjanini. 

 

Danska hondbóltsleikarafelagið rádddi leikarunum hjá Ajax til ikki at spæla dystin, tí teir ikki eru tryggjaðir í einari arbeiðsskaða-trygging.

 

Longu í byrjanini í september var greitt, at Ajax var á gáttini til at fara av knóranum. Tá mátti felagið útvega 1,5 miljónir krónur.

 

Trupuleikarnir við tryggingarpengunum hevur eisini fingið danska skattastýrið at senda út eina áheitan um trotabúsviðgerð, so tað sær svart út hjá Ajax.

 

Ajax er eisini eitt føroyingalið í bestu donsku kvinnudeildini, har Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og Rakul Wardum hava verið partur av hópinum hetta kappingarárið. 

 

Húsagangurin kann senda Ajax langt niður í deildirnar, og tá mugu føroysku leikararnir, ið eru partur av føroysku landsliðshópunum hjá kvinnum og monnum finna sær eitt annað felag.