Føroyingarnir skutu 10 mál fyri FIF í dag

FIF misti sigurin tá trý sekund vóru eftir av dystinum

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF leiktu í dag javnleik 31-31 móti Tønder í heimadysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað kunnu teir í FIF veruliga iðra seg um, tí tað eydnaðist Casper Rahr Madsen hjá Tønder at javna til 31-31, tá bert trý sekund vóru eftir av dystinum.

 

Jónas gjørdist næstbesti skjúttin hjá FIF í dag við seks málum. Leivur skoraði fýra mál í dag.

 

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli greiðan 28-22 sigur á Odder. HØJ var á odda 15-8 í steðginum.

 

Komandi leygardag spælir HØJ móti Aarhus á heimavølli. Sama dag spælir FIF móti Skive á útivølli. 

 

Nr.Lið: DystirStig
1TMS Ringsted1726
2HØJ 1725
3Team Sydhavsøerne1721
4Skive fH1720
5TM Tønder1717
6Aarhus HC1617
7Rækker Mølle1615
8Grindsted1615
9FIF1614
10IK Skovbakken1713
11Otterup HK1713
12Odder 1611
13Roskilde179