René S. Joensen fekk avgerandi týdning fyri Vendsyssel FF, tá ið liðið í gjár spældi 2-2-javnleik á útivølli ímóti FC Helsingør. Hann skeyt nevniliga bæði málini, og fyri tað fær hann rós frá venjaranum, Ove Christensen, sum eisini rósar Halli Hanssyni.
- Vit koma avstað við einum stigi, men vit spæla á einum sera truplum útivølli, har Helsingør hevur fingið øll síni 10 stig. Vit spældu ein góðan seinna hálvleik, sum vit taka við, eins og vit kunnu læra nógv av dystinum. Vit skulu m.a. leggja varsemið, sum forðar okkum áðrenn steðgin, frá okkum. René spældi ein sera góðan dyst, og Hallur hevði enn eitt ágrýtið avrik, eins og liðið vísti styrki. Vit eru nú aftur uppi í snúningum og hava eitt gott útgangsstøði áðrenn fríggjadagin, sigur venjarin við heimasíðuna hjá felagnum.
Vendsyssel FF, sum í løtuni er á einum deildum triðja plássi við Vejle, fær fríggjakvøldið vitjan av oddaliðnum Fredericia.









