Føroyingarnir eru heilt hamskiftir

Hóast danir hava verið væl meiri á bóltinum, so hevur talan ikki verið um nógvar stórar málmøguleikar

Tað er heilt góður hýrur í góðveðrinum á Tórsvølli í kvøld. Kroatiski dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki, og máltalvan vísir 0-0.

 

Føroyska liðið er heilt hamskift sammett við mikukvøldið, tá ið tað á sama vølli endaði við 4-0 tapi ímóti Ísrael.

 

Stórfavorittarnir úr Danmark hava verið meiri á bóltinum enn heimamenninir, men føroyska verjuspælið hevur verið væl skipað, nærdystirnir hava verið soleiðis, sum teir eiga at vera, og tað hevur av álvara verið ein fyri allar og allir fyri ein.

 

Danir hava roynt at finna pláss millum føroysku keturnar, men tað hevur verið sera torført, tí tað hevur verið tætt millum keturnar, og tað hevur verið torført hjá dønum at bróta ígjøgnum í borðunum.

 

Tríggjar ferðir hava føroyingarnir verið illa sperdir. Fyrsta ferðin var, tá ið Sonni Ragnar Nattestad av álvara kiksaði, tá ið hann ætlaði at sparka burtur. Teitur Matras Gestsson hevur verið fínur í málinum, og í hesi støðuni bjargaði hann meistarliga.

 

Síðstu átta minuttirnar var føroyska liðið fremri, enn tað hevði verið, og tað eydnaðist at vinna eitt hornaspark og spenta støðu. Og so svaraði Danmark aftur. Odmar Færø var ikki nóg nærlagdur, tá ið hann ætlaði at sparka burtur, og eftir eitt tvey sendi Jonas Wind eitt sindur úr vinstru bóltin upp í handara síðunetið.

 

Stórur skelkur millum føroyingarnar, stórur fagnaður millum danir, men so var VAR fyri fyrstu ferð avgerandi í Føroyum, tí dómarin kollddømdi fyri rangstøðu, og fagnaðurin millum eldhugaðu áskoðararnar var so stórur, sum hann hevði verið, um Føroyar høvdu havt skorað.

 

Tórsvøllur kókar, og so bíða vit eftir, hvussu tað fer at taka seg upp í seinna hálvleiki.

 

Ein av teimum á danska beinkinum er lyklaspælarin Thomas Deleney. Tíggju minuttir undan steðginum varð hann sendur at hita upp.

 

46) 

 

Danir skifta út:

 

Joakim Mæhle og Andreas Skov Olsen verða skiftir inn í staðin fyri Mohamed Daramy og Rasmus Kristensen.