Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur nú sett gongd á arbeiðið at yvirtaka tað umfatandi málsøkið, sum eitur persónsmál, familjumál og arvarætt.
Og hon ætlar, at samráðingar skulu vera lidnar í summar, og so kann uppskot um yvirtøkuna leggjast fyri Løgtingið á ólavsøku.
Men talan er um eitt rættiliga umfatandi málsøki, og tí sær landsstýriskvinnan fyri sær, at málsøkið verður ikki klárt at yvirtaka frá dønum fyrrenn ólavsøkudag í 2018, ella um góð tvey ár.
Hetta er fyri at rúm tíð skal vera til, at vit í Føroyum fáa stundir at fyrireika okkara fyrisiting til allar til allar smálutirnar í málinum, áðrenn málsøkið verður yvirtikið, sigur Sirið Stenberg.
Men samstundis ásannar hon, at í síðsta enda er tað ein spurningur um løgtingsins vilja, um málsøkið verður yvirtikið ella ikki.
Tá ið málsøkið verður yvirtikið, verða tað tær donsku lógirnar, sum verða settar í gildi í Føroyum. Og Sirið Stenberg ásannar, at tað er ringt at meta um, nær ein føroysk lóggáva á økinum kann verða klár.
- Tað fer væntandi at taka rúma tíð at tilevna føroyska lóggávuna á øllum familjurættarliga økinum, sum fevnir um hjúnabandslógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru, arvalógina, lóg um fosturtøku, lóg um sterilisatión og kastratión, umframt um fleiri aðrar lógir.
Men enn einaferð staðfestir landsstýriskvinnan, at hvussu umfatandi føroyska lógarverkið verður, veldst alt um politiska viljan í Løgtinginum.
Hon leggur kortini afturat, at í átrokandi málum kann hon leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um nøkur viðurskifti á málsøkinum, soleiðis at tær kunnu verða sett í gildi samstundis, sum økið verður yvirtikið.