Føroyingar vunnu 10 kappingar

Átta føroyskir rógvarar vunnu 12 heiðursmerki í kandisku kappingini um meistaraheitið í inniróðri

Í gjár, sunnudagin 30. januar, varð kappróð um kanadiska meistaraheitið í inniróðri.

 

Róðrarsamband Føroya skrivar soleiðis:

 

Kappingin var samstundis kvalifikatión til VM, sum verður 25. og 26. februar, og har íalt 3 luttakarar í hvørjum bólki skulu umboða Europa.

 

8 føroyskir luttakarar, U19 og eldri, vóru við í kappingini, og føroyingarnir kappaðust í 15 róðrum.

 

Íalt luttóku 575 rógvarar úr 24 londum í kappingini.

 

Føroysku rógvarnir stóðu seg aftur hesaferð sera væl, og vunnu 12 heiðursmerkir.

 

Bergur Dam Jensen LM30 2000 meter 06:41.7 - nummar 1

 

Sarita Kristina Hansen LW30 2000 meter 07:24.7 - nummar 1

 

Mattias Durhuus M U19 2000 meter 06:22.0 - nummar 2

 

Bergur Dam Jensen LM 500 meter 01:25.7 - nummar 1

 

Sarita Kristina Hansen LW 500 meter 01:39.1 - nummar 1

 

Símun Tórur Joen-Jacobsen M U23 500 meter 01:24.4 nummar 1

 

Mattias Durhuus M U19 500 meter 01:21.6 - nummar 1

 

Torur Paulason M U19 500 meter 01:24.4 - nummar 2

 

Zoe Dickson LW U23 2000 meter 07.37.3 - nummar 1

 

Zoe Dickson LW U23 500 meter 01.43.7 - nummar 1

 

Vár Guriardóttir Hansen W U23 500 meter 01:31.5 - nummar 1

 

Vár Guriardóttir Hansen W U23 2000 meter 07.19.0 - nummar 1

 

Mira Winther Klit, Símun Tórur og Tórur róðu harumframt í hvør sínum róðri, og rukku ikki heiðursmerkjaplássi.