Føroyingar vísa stóran vilja at hjálpa - vóna at fáa nógv inn

Tað verður eitt stórfingið tiltak og vit vóna at samla nógvar pengar saman, sigur Jóannes Eidesgaard

##med2##

 

Næsta sunnukvøld, tað er 27. mars, verður stórfingið tiltak við tí endamáli at samla pengar inn til tey, sum eru neyðstødd í Ukraina í kjalarvørrinum á russisku innrásini.  Tað er Reyði Krossur í Føroyum, sum skipar fyri í samstarvi við kringvarpið og tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

Jóannes Eidesgaard formaður í Reyða Krossi, greiddi frá á FM1, at talan verður eina stóra konsert, har fleiri av fremstu og kendastu tónleikarunum í landinum fara at syngja og spæla.

 

Nøkur av teimum eru Eyðun Nolsøe, Lena Andersen, Signar í Homrum, Kári P og Guðrið Hansdóttir. Harumframt verða samrøður og innsløg um flóttahjálp bæði úti í heimi, og her í Føroyum.

Konsertin er ókeypis og verður í Lívdini í Hoyvík. Tað er pláss fyri áleið 600 áhoyrarum, og tey vóna at fáa fult hús, tí tey siga, at hølini eru sera væl hóskandi til tónleik.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jóannes Eidesgaard greiða frá um tiltakið - sum tað var ein tónleikari, ið tók stig til