Føroyingar vilja hava vín í pappeskjum

Hvítvín og reyðvín í pappeskjum er best umtóktu vín í Rúsuni.

Tá ið føroyingar velja sær vín av hillunum í Rúsuni, fellir valið ofta á vín í pappeskjum.

Bæði tá ið tað kemur til hvítvín og reyðvín eru 3 litrar pappeskjur við víni tær mest seldu í Rúsuni. Tað vísur uppgerð yvir søluna í summar, sum Rúsan hevur gjørt til Sosialin.

Mest selda reyðvínið er Abela Valley Cararnet/Shiraz, sum verður framleitt í Suðurafrika.

Mest selda hvítvínið er spanskt og kallast Amadeus Blanco.

Bert ein glasfløska sníkir seg inn millum allar pappeskurnar á topp-5. Tað er Santa Rita 120, Sauvignon Blanco. 

 

Her sæst, hvørji vínsløg hava verið mest seld í Rúsuni í juni, juli og august:


Reyðvín
1. Abela Valley Cabarnet/Shiraz, 3 ltr
2. Caminos Cabarnet Merlot, 3 ltr
3. Riddersberg Cabarnet/Shiraz, 3 ltr
4. Vito Primitivo, 3 ltr
5. Gallo Family Cabarnet, 3 ltr


Hvítvín
1. Amadeus Blanco, 3 ltr
2. Montalto Catar./Chardonnay, 3 ltr.
3. Tabiso Chardonnay, 3 ltr.
4. Chill Out Chardonnay, 3 ltr.
5. Santa Rita 120, Sauvignon Blanco