- Hetta gevur eina vón um, at veljarin hevur fingið nokk av sitandi samgongu.
Tað sigur Høgni Hoydal, nú Lóður hevur gjørt eina veljarakanning fyri Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Eftir kanningini fer samgongan í knús og andstøðan fær dyggan meiriluta í Løgtinginum.
Hetta er sama úrslit, sum ein gallupkanning fyri nøkrum fáum døgum síðani, eisini vístu.
Rákið í báðum veljarakanningum er tanna sama, nevniliga, at samgongan fær ein veruligan lúsing og at andstøðan fer fram, staðfestir Høgni Hoydal.
- Orsøkin til tað er, at veljarin vil ikki vita av hesi víðgongdu høgra-sambands samgonguni.
Men orsøkin er eisini, at samgomgongan hevur mist tamarhaldið á grundleggjandi skipanum í samfelagnum.
- Anitumálið og Eikmálið verða ikki kannað og skattaskipanin er kollvelt, fyri at nevna nøkur dømi, sigur Høgni Hoydal.
- Tískil hevur veljarin mist álitið á sjálvari skipanini og tað er serstakliga álvarsamt.
Høgni Hoydal heldur, at veljarakanningarnar geva eina vón um, at veljarin hevur fingið nokk og vil hava eina nýggja stjórn í Føroyum.
Hann fegnast um, at Javnaðarflokkurin hevur vent Fólkaflokkinum bakið. - Men eg ivist í, hvørja støðu, hann hevur til Sambandsflokkin. - Hendan samgongan er ógvuliga víðgongd og tað er rætt, at Fólkaflokkurin er ein stórur partur av trupulleikanum. Men tað eru Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eisini, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal sigur, at eftir hansara tykki er andstøðan eitt greitt alternativ tiil samgonguna.
Men hann heldur, at tað er eitt sindur óvist, serliga so leingi Javnaðarflokkurin ikki eisini avskrivar Sambandsflokkin.
Men sum støðan er, vil Høgni Hoydal ikki málað seg upp í ein krók, og fyri at varðveita eina samráðingarstøðu, fæst hann ikki avgjørdur vísa nøkrum samgongumøguleika frá sær, soleiðis, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt.
- Men tað er greitt, at Tjóðveldi fer aldrin í ein samgongu, sum fer at føra ein so víðgongdan høgrapolitikk og ein so víðgongdan sambandspolitikk, sum hendan samgongan hevur ført, staðfestir hann.
Her kann eisini vísast á, at umboð fyri Tjóðveldi hava fleiri ferðir ført fram, at tá ið Tjóðveldi er aftur í samgongu, verða nógvar avgerðir hjá hesi samgonguni ógyldagar aftur, eitt nú skal Landsbankin endurstovnast og forskattingin av pensjónum avtakast.
Og tað er neyvan væntandi, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, longu í eini komandi samgongu, fara at avtaka nógvar skipanir, teir hava sett í verk í hesi samgonguni
- Í hesum sambandi hevur tað eisini stóran týdning, hvørja lagnu fullveldisspurningurin fær í eini nýggjari samgongu, sigur Høgni Hoydal.
- Og tað er sjálvandi óheppið fyri samgongumøguleikarnir hjá andstøðuni, at Javnaðarflokkurin longu frammandundan eisini hevur gjørt greitt, at hann er ein samríkjaflokkur, sigur Høgni Hoydal.
Hinvegin heldur hann eisini, at spurningurin um at endurreisa samfelagið búskaparliga og skipanarliga, hongur óloysiliga saman við fullveldismálinum.
|