Føroyingar viga ov nógv

58 prosent av føroyingum viga ov nógv sambært nýggjastu heilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum.

Føroyingar viga ov nógv. Tað er greiða niðurstøðan nú Fólkaheilsuráðið hevur gjørt umfatandi kanning av heilsuni hjá føroyingum.


Í spurnakanning, ið stovnurin framdi í heyst, vóru tey spurdu biðin um at upplýsa vekt og hædd, og út frá hesum roknaði stovnurin BMI-talið hjá teimum spurdu. BMI verður roknað sum vekt í kilo deilt við kvadratinum av hæddini í metrum.


Úrslitið vísti, at heili 40 prosent av øllum føroyingum viga ov nógv, og hava eitt BMI tal millum 25 og 30. Harumframt vísti kanningin, at 18 prosent av føroyingum viga alt ov nógv, og hava eitt BMI tal yvir 30. Harvið er tað heili 58 prosent av øllum føroyingum, ið viga ov nógv.


Serliga eru tað menninir, ið hava trupulleikar við at halda vektini á einum sømiligum støði. 66 prosent av føroyskum monnum viga ov nógv, meðan 51 prosent av føroyskum kvinnum viga ov nógv.


2197 føroyingar luttóku í kanningini.