Eisini føroyingar eru við í stríðnum at berja herviligu sjúkuna, Ebola niður.
Í hesum sambandi hevur Reyði Krossur gjørt at stuðla stríðnum ímóti Ebola við 100.000 krónum.
Peningurin stavar frá landsinnsavningini hjá Reyða Krossi í heyst og er sostatt frá fólkinum í Føroyum.
- Ebola skal steðgast. Við stuðlinum úr Føroyum hjálpa vit ikki bert fólkinum í Vesturafrika, vit hjálpa samstundis eisini okkum sjálvum her um okkara leiðir, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya.
Ebola virussið breiðir seg framhaldandi í Vesturafrika og tað er ógvuliga vandamikið, tí eini 70 prosent av teimum, sum fáa smittuna, doyggja av sjúkuni.
Fleiri enn 5.500 fólk hava higartil mist lívið, og meir enn tvær ferðir so nógv eru smittað í vesturafrikansku londunum Liberia, Sierra Leone, Nigeria, Senegal og Guinea.
Stuðulin frá Reyða Krossi í Føroyum fer til Liberia, ið er ógvuliga hart rakt av sjúkuni.










