Føroyingar við í altjóða mótmæli

Leygardagin verður kunnandi fundur í Miðlahúsinum um skaðiligu árini av ílegubroyttum organismum

Leygardagin hin 24. mai klokkan 14, verður kunnandi tiltak í Miðlahúsinum, um tey skaðiligu árini, framleiðslan av ílegubroyttum organismum, GMO, hevur á heilsu, umhvørvi og samfelag bæði í Føroyum og aðrastaðni.

 

Ein av stigtakarunum, Ragnheidur Bogadóttir, sigur, at hetta tiltakið er ein partur av altjóða mótmælistiltakinum, March Against Monsanto, sum savnar fólk um allan heimin at mótmæla tí framferðarhátti, sum Monsanto og aðrar fyritøkur brúka, sum gera kemisk evni til landbúnaðin, brúka fyri at fremja síni áhugamál.

 

Monsanto er serliga kent fyri at hava framleitt umhvørviseitur sum  DDT, PCB, Agent Orange og RoundUp, glyphosat, og fyritøkan eigur í dag størsta partin av GMO marknaðinum.

 

- Fleiri og fleiri granskingarúrslit benda á, at álvarsligir heilsuvandar eru við GMO og RoundUp. Men kortini verða hesi, og onnur skaðilig evni, innflutt til Føroya uttan at nakað eftirlit er við, hvussu stórar nøgdir verða innfluttar, og hvat tær verða nýttar til.

 

- Tiltakið í Miðlahúsinum er alment og endamálið er at varpa ljós á hesi viðurskifti, sigur Ragnheidur Bogadóttir.

- Eisini kemur Jógvan Joensen at spæla okkurt lag fyri okkum, sigur hon.