Nú frættist, at føroyskar fyritøkur hava sagt fleiri føroyskum handverkarum og arbeiðsmonnum úr starvi, fyri í staðin at seta útlendska arbeiðsmegi í somu størv – og ivasamt undir hvørjum treytum.
– Er hetta rætt, so er orsøk at halda, at útlendsk arbeiðsmegi verður brúkt til at undirgrava føroyska arbeiðsmarknaðin og sáttmálarnar, og at trýsta føroyska arbeiðsmegi av føroyskum arbeiðsplássum.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um málið.
Aksel V. Johannesen spyr soleiðis:
1. Hvør hevur eftirlit við, at útlendska arbeiðsmegin í Føroyum verður lønt sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum?
2. Kann landsstýrismaðurin tryggja Løgtinginum, at eftirlitið virkar so mikið væl, at tað ikki ber til at undirløna einum útlendskum arbeiðstakara?
3. Um landsstýrismaðurin ikki kann tryggja, at so er, hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin so at taka fyri at verja føroysku arbeiðsmegina móti “lønardumping”?
Í viðmerking til fyrispurningin, vísir Aksel V. Johannesen á, at fyrr í ár broytti samgongan lóggávuna soleiðis, at byggivinnan frítt kann fáa faklærda arbeiðsmegi úr ES-londum til Føroyar so leingi samlaða arbeiðsloysið er undir seks prosent.
Einasta treytin er, at viðkomandi hevur eina arbeiðsviku á í minsta lagi 30 tímar og verður løntur sambært galdandi sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðnum.
– Í sjálvum sær, er tað í fínasta lagi, at ein vinna kann fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar at arbeiða, um arbeiðsmegin ikki finst í Føroyum. Tað skal tó vera ein avgerandi fortreyt, at viðkomandi útlendskur arbeiðstakari fær somu løn, sum ein føroyskur arbeiðstakari, sigur Aksel V. Johannsen.
– Um útlendska arbeiðsmegin verður undirlønt, so fær hetta skeiklandi ávirkan á føroyska arbeiðsmarknaðin. Vandi er bæði fyri, at arbeiðsgevarar velja at seta bíliga útlendska arbeiðsmegi í staðin fyri føroyska arbeiðsmegi, og at lønarlagi í samfelagnum verður trýst niðureftir til stóran skaða fyri verkafjøldina, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann vísir á, at seinastu tíðina hevur verið at hoyrt, at ávísar byggifyritøkur hava sagt føroyingar úr starvi, samstundis sum somu fyritøkur hava fingið sær útlendska arbeiðsmegi inn í landið.
Hann vísri á, at formaðurin í Havnar Handverkarfelag hevur eisini í miðlunum váttað, at limir í Havnar Handverkarafelag eru sagdir úr starvi seinastu tíðina, og at tað er ivasamt til hvørja løn útlendingarnir arbeiða undir.
– Er hetta satt, eru vit sum samfelag á vandakós, og politiska skipanin eigur at steðga hesum beinanvegin, sigur Aksel V. Johannsen.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins, hevur her á info í morgun boðað frá, at hann eisini fer at reisa málið í Løgtinginum.