Føroyingar verða feitari og feitari

Nú er meiri enn annarhvør føroyingur er ov feitur

Føroyingar hava ongantíð verið so feitir sum nú, í hvussu so er ikki hesi seinastu 11 árini.

Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Fólkaheilsuráðið, vísir, at meiri enn annarhvør føroyingur er ov feitur.

 

Ein spurningur í kanningini var at spyrja fólk, hvussu stórt teirra BMI tal (Body Mass Indeks) var.

Og kanningin vísir, at 55 prosent av føroyingum eru ov feitir.

 

Kanningin vísir, at 37 prosent av føroyingum viga ov nógv og 18 prosent av okkum eru beinleiðis feit.

Hinvegin er tað eisini eitt prosent av føroyingum, eru í ov ringum holdum og fýra prosent hava ikki upplýst, hvussu standurin er

 

Men eftir stendur, at tað eru bara 40 prosent av føroyingum, sum kunnu siga, at teir viga teir skulu.

Kanningin vísir eisini, at sum heild eru føroyingr vorðnir feitari og feitari hesi seinastu árini.

 

Ein tilsvarandi kanning, sum varð gjørd í 2003, vísti, at tá vigaðu 44 prosent av føroyingum ov nógv.

Kanningin vísti eisini, at 34 prosent vóru og feit og at 10 prosent vóru beinleiðis feit.

 

Hinvegin vísti kanningin í 2003, at 10 prosent ikki høvdu upplýst, hvussu standurin er og eisini tá vigaðu eitt prosent ov lítið.

 

Á heimasíðuni hjá Apotekinum ber til at lesa meiri um BMI og har ber eisini til at rokna títt BMI tal út. Trýst HER