- Tað byrjaði at regna í gjár, og síðan á midnátt hevur tað regnað, og toran hevur gingið út í eitt. Myndin er av einari leinkju, sum Niels Peter Danielsen hevur sent okkum.

Føroyingar uppliva regn og torusláttur í Grikkalandi

- Vit eru á Skiathos í Grikkalandi. Tað byrjaði at regna í gjár, og síðan á midnátt hevur tað regnað, og toran hevur gingið út í eitt.

- Tað byrjaði at regna í gjár, og síðan á midnátt hevur tað regnað, og toran hevur gingið út í eitt. Myndin er av einari leinkju, sum Niels Peter Danielsen hevur sent okkum.

Heimurin er minni, enn vit hava hildið, og tíðindi ferðast skjótt. Onkuntíð verður spurt, hví vit, sum skriva, leggja tíðindi út, sum kanska ikki viðkoma okkum føroyingum.

 

Seinnapartin í dag løgdu vit lítlan greinastubba út her á In.fo um oysandi regn, illveður og torusláttur í ávísum økjum í Grikkalandi, har mælt verður til, at fólk halda seg innandura.

 

Í greinastubbanum var eitt nú hetta brotið:

 

"Íbúgvar í økjum, sum eru harðast rakt, hava fingið sms-boð sendandi, og hetta er eitt nú galdandi fyri fólk í havnarbýunum, Polos og á oynni, Skiathos.

 

Í hesum økjum eru bilar skolaðir burtur av nógva regninum, og heitt verður á fólk um at halda seg innandura..."

 

Fyri løtu síðan fingu vit á In.fo teldupost sendandi frá føroyingum í Grikkalandi, sum uppliva, hvussu tað er at vera partur av slíkum veðri, sum vit næstan ikki kenna í Føroyum.

 

- Vit eru á Skiathos, konan og eg, Gisleyg Thomassen og Niels Peter Danielsen. Tað byrjaði at regna í gjár, og síðan á midnátt hevur tað regnað, og toran hevur gingið út í eitt.

 

Niels Peter Danielsen sigur, at á hotellinum, har tey búgva, búgva starvsfólkini í kjallaranum, og har stendur alt undir í vatni. Eisini á ovastu hæddini lekur vatn inn.

 

- Umleið á middegi í dag fingu vit eitt sms um, at tað er útigonguforboð. Frítíðarhavnin her er stongd, flogfør eru avlýst, og vegir eru skolaðir burtur.

 

Lagt verður aftrat, at nú klokkan 18, lokala tíð í kvøld, hava tey mist streymin á hotellinum, og tað er framvegis glopraregn og torusláttur á Skiathos.

 

 

 

- Tað byrjaði at regna í gjár, og síðan á midnátt hevur tað regnað, og toran hevur gingið út í eitt. Myndin er av einari leinkju, sum Niels Peter Danielsen hevur sent okkum.