Seinnapartin var Maria, prinsessa, til móttøku í Reinsarínum, í sambandi við, at autismufelagið, sum hon vitjar her í Føroyum, fyllir 25 ár.
Móttøkan var fyri limir í autismufelagnum, børn við autismu og familju teirra. Uttan fyri Reinsaríið tók hon ímóti blómum frá einum ungum dreingi við autismu.
Á móttøkuni vóru røður hildnar, millum annað søgdu forkvinnurnar í autismufeløgunum báðum, tí føroyska og danska, nøkur orð.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt eisini eina stutta røðu, og sjálvandi helt heiðursgesturin, Maria, prinsessa, eisini eina røðu.
Í røðu síni vísti prinsessan, at hon sjálv hevur royndir av, at fólk í nærmastu familju hennara hava autismu, og hon tosaði um, at tað til tíðir var torført, at vísa tað tol, sum krevst, um ein skal hjálpa teimum við autismu víðari á leiðini.
- Fyri tey, ið hava autismu, er framtíðin ræðandi, men vit mugu hjálpa teimum og vísa teimum, hvussu týdningarmikið tað er, at koma víðari, at gerast meiri sjálvstøðug. Tí tað er einans ein vegur - frameftir, segði Maria, prinsessa.
Í gjár vitjaðu hon og fylgi hennara í Kirkjubø, og prinsessan nýtti eisini høvi at vísa til Múrin í talu síni. Hon segði, at múrurin var eitt prógv um, at tað liggur í føroyingum at hugsa stórt, og hugleiddi hon um, hvussu stór hendan verkætlan má hava verið fyri Erlend bisp og hansara samtíð.
Hon vísti síðani á, tað stóra framtig, sum autismubreytin á miðnámsútbúgvingunum er.
- Hetta er eitt stórt framstig og ein týdningarmikil viðurkenning av, at øll hava vit okkara dygdir og sjálvstøðuga virði, segði Maria, prinsessa.
Í morgin gongur leiðin niðan í Studentaskúlan í Hoydølum, har hon fer at vitja autismubreytina.