Tað vóru nakrir glaðir føroyingar, sum á facebook vístu fram atgongumerkini til dystin í kvøld millum USA og Belgia.
USA-Belgia... Bring it on!
Soleiðis skrivar Tummas Eli Hansen á facebook síni fyrr í dag.
Eitt ferðalið við fleiri føroyingum er í Brasil í hesum døgum og fygir heimsmeistartakappingini. Teir hava verið til fleiri dystir, og teir eru sum nevnt til dystin í kvøld millum USA og Belgia.
Teir hava tó sum skilst ikki fingið atgongumerki til sjáva finaluna, sum verður leikt fríggjadagin 12. juli, men tað verður kanska ein møguleiki fyri at keypa okkurt atgongumerki frá onkrum, sum kortini ikki fer til finaluna.
Tað er í hvussu er ein spennandi túrur, og uttan iva ein stór uppliving hjá hesum ágrýtnu føryingum, sum eru farnir ein so langan túr fyri at uppliva HM.










