Í dag byrjar árliga HM kappingin í karaoke, ið verður hildin í Finska bynum Lappennranta. 20 lond luttaka í kappingini, og eru øll umboðað við einum mannfólki og einum konufólki. Føroyar er sjálvandi eisini umboðað, og er hetta fimtu ferð, har Føroyar luttekur.
Fyrr í ár varð skipað fyri føroyskari undankapping á Tvøroyri, Klaksvík og Tórshavn. Síðani varð finalan hildin í Glitnir í Tórshavn, har Paula Danielsen og Kristian Johannesen vunnu FM, og samstundis vunnu tey rættin til at umboða Føroyar til HM í karaoke.
HM kappingin verður hildin í kvøld, fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Fyrstu tvey kvøldini eru undanumfør, har allir luttakararnir syngja tvey løg, ímeðan hálvfinalan og finalan verða leygarkvøldið. Paula Danielsen fer í kvøld at syngja Stay hjá Rihanna, ímeðan Kristian Johannesen skal syngja New Shoes hjá Paolo Nutini.
Kappingin verður live-streamað á www.kwc.fi/live/ frá kl. 18.00 føroyska tíð. Paula Danielsen skal syngja sum nr. 14, og Kristian Johannesen sum nr. 34.
Í Glitnir verður kappingin víst á stórskíggjanum.