Leygardagin eru seks føroyingar við í altjóða judokapping í Danmark. Talan er um Hillerød International Cup, har føroyingar fleiri ferðir fyrr hava verið við. Hetta er ein altjóða judokapping fyri børn og ung, og sum nakað nýtt er eisini kapping fyri veteranar í ár. Teir flestu luttakararnir eru úr Danmark, men eisini úr øðrum norðurlondum og grannalondunum hjá Danmark fyri sunnan.
Venjari hjá teimum er Petur Siguð Johannesen, Sunda Judofelag. Eftir sum tað í ár eisini er kapping fyri veteranar, fer hann eisini at luttaka í tí kappingini, umframt at stuðla yngru judoleikarunum. Ætlanin var eisini í samband við hesa kappingina at hava eina norðurlendska venjingarlegu fyri ungdómar, men í síðstu løtu varð hendan avlýst vegna ov lítla undirtøku. Hetta harmast Judosambandið um, tí ætlanin var, at hesir ungdómarnir skuldu fáa eitt øðrvísi og betri venjingarupplivilsi, nú teir kortini vóru uttanlands. - Vónandi hepnast tað komandi ár at fáa nóg nógvar luttakarar til slíka venjingarlegu, tí tá man kortini brúkar pening upp á at senda luttakarar uttanlands, eigur man at fáa sum mest burturúr.
|