Arvagransking hevur altíð verið umstrídd og tað hevur hon eisini verið í Føroyum, tá ið FarGen verkætlanin varð sett á skinnararnar.
Men nú vísir ein gallupkanning, at føroyingar hava av álvara tikið verkætlanina til sín.
Kanningin vísir, at heili 83 prosent av føroyingum taka undir við FarGen, og bara trý prosent vilja hava, at tey gevast við verkætlanini. Hini 10 prosentini hava ikki tikið støðu.
- Ábendingin er greið, og hon er, at FarGen fær stuðul frá føroyingum, og tí er tað við góðum treysti, at vit í næstum fara at bjóða fólki at vera við, sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari.
Í fyrstu atløgu skulu arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum lesast og skrásetast í einum dátugrunni, men málið er at fáa allar føroyingar, sum vilja tað, við í verkætlanina, sigur hon.
Endamálið er útvega tilfar, so at tað ber til at brúka føroyskar ílegur í sambandi við gransking.
Men tað er eisini stórur áhugi fyri at vera við, tí í galluppkanningini sigur næstan ein triðingur, at tey fara heilt víst at taka lut, og 43 prosent sigur, at tey fara kanska at vera við. Hinvegin eru tað 15 prosent, sum ikki hava tikið støðu um tey vilja vera við, ella ikki.
Fremsta orsøkin til, at fólk eru áhugað í at vera við, er at tey vilja stuðla undir gransking, men nógv siga eisini, at tey vilja fáa innlit í møguliga arvaliga sjúkur hjá sær og familjuni.
Tey, sum ikki vilja vera við í FarGen, siga, at tey vita ov lítið um verkætlanina, men tey halda eisini, at tey hava ikki brúk fyri at vita nakað um arvaligar sjúkur.
Kanningin staðfesti eisini, at fólk vita ikki so nógv um FarGen, og serliga tey 18 -24 ára gomlu.
Noomi O. Gregersen ásannar eisini, at stór orka skal leggjast í at kunna um verkætlanina.