Føroyingar stuðla Lennart Johansson

Fótbóltur: Danir ætla at fáa onnur europeisk lond at ganga frá avtaluni, sum tey hava gjørt um at stuðla safturvalda UEFA formanninum, sum roynir at gerast formaður í FIFA

Hósdagin í síðstu viku vóru Torleif Sigurðsson, formaður, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, á UEFA fundi í Dublin í Írlandi. Torleif kom úr Skotlandi, har hann um somu tíð var eygleiðari í U-16 EM endaspælinum, og Ísaki eydnaðist tað, hóast verkfallið í Danmark, at koma um Billund og Hamburg og til Dublin.

Á fundinum var m.a. val av formanni fyri europeiska fótbóltssamtakið á dagsskránni. Sviin Lennart Johansson var afturvaldur við lógvabresti, og tað var eisini væntandi, tí einki mótvalevni var.

Stóri spenningurin er, um tað fer at eydnast svianum at vinna formanssessin í altjóða fótbóltssamtøkuni, FIFA. Valið verður í París í sambandi við HM endaspælið, sum byrjar í Fraklandi um ein mánaða.

Talan verður um stríðsval, tí aðalskrivarin higartil, Joseph Blatter, bjóðar svianum av. Higartil hava 50 av teimum 51 europeisku limalondunum boðað frá, at tey fara at stuðla Lennarti. Einasta UEFA limalandið, sum stuðlar Blatter, er Danmark.


Danir arbeiða ímóti

Á fundinum í Dublin møtti danski fótbóltsformaðurin, Poul Hyldgaard ikki. Tað varð upplýst, at hann kundi ikki koma, tí tað var verkfall í Danmark, og tað vóru tað fleiri, sum smíltust eitt sindur at hesi grundgevingini. Jim Stjerne Hansen, aðalskrivarin í DBU, var har. Hann var komin úr Keypmannahavn. Og at tað bar til at koma úr Jyllandi og til Írlands ? Hyldgaard býr í Aarhus ? sást m.a. á at Ísak Mikladal var komin via Jylland.

Tey vóru fleiri, sum hildu, at boðskapurin í fráveruni hjá danska formanninum vísti, at hann og svenski UEFA formaðurin eru ikki serliga væl.

Umboð fyri fótbóltssamtøkini í Afrika og Oceania vóru við á fundinum í Dublin, og tey boðaðu frá, at tey stuðla UEFA formanninum í hansara roynd at gerast FIFA formaður.

Tað er kortini ikki heilt greitt, um hesi umboðini hava fulla undirtøku frá sínum limalondum. Tað ljóðar eisini, at danir arbeiða fyri at fáa europeisk lond at atkvøða fyri Blatter, og at tað higartil hevur eydnast dønum at sannføra átta ella níggju lond í Europa um, at tey heldur skulu atkvøða fyri Blatter enn fyri Lennarti, men hetta hava vit ikki váttan fyri.

Tað er í hvussu so er greitt, at føroyingar fara ikki at halda við dønum á aðalfundinum hjá FIFA í París. Tá tað verður atkvøtt, fer Torleif Sigurðsson at atkvøða fyri Lennarti Johansson, sum hann heldur nógv av.