Um alt Reykjavík eru eini 300 konsertir teir 3 dagarnar Iceland Airwaves er, sigur íslendski heimildarmaður okkara, Jens Guð.
Føroyskir tónleikarar hava staðið seg væl. Janus Rasmussen hevur spælt við bæði Bloodgroup og við Byrta við Guðrið Hansdóttir.
Marius Ziska hevur verið við saman við bólki sínum Marius.
Jens Guð var til konsert við teimum í Norðurlandahúsinum í Reykjavík og sigur hann, at áhoyrararnir fagnaðu Marius stórliga.
Onnur føroysk nøvn á Airwaves eru Eivør og við bólkinum Ingemar er føroyska sangkvinnan Dorthea Højgaard Dam og eisini Rannvá Olsen, sum er gift Sigurður Ingemars, sum er oddamaður í bólkinum.
Føroyingar standa seg sera væl, sigur Jens Guð og vit frætta meira seinni frá honum.
Eini 1200 miðlafólk, Dj'arar, fyriskiparar og onnur vitja Airwaves '13,. so ein veit ongantíð, um onkur knappliga fær onkran stóran møguleika, tí hvørt ár letur Airwaves hurðar upp fyri tónleikarum. Seinnu árini hava fleiri bólkar notið gott av hesum og í 1999 gjørdi Airwaves at Gus Gus og Sigur Rós skrivaðu seg í alheims søgubøkurnar.
(Mynd; Goymslumynd av Jens Guð saman við Eivør)