Paul Watson er óynsktur í Íslandi. Tað hevur føroyska sendistovan í Íslandi upplýst fyri rættarnevndini hjá Løgtinginum. Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at forða fyri ólógligum virksemi í Føroyum. Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri løgtingið í kjalarvørrinum á fýra mánaða longu hersetingini hjá Sea Shepherd av Føroyum í summar. Í hesum sambandi hevur rættarnevndin spurt føroysku sendistovuna í Íslandi, hvussu íslendingar bera seg at í slíkum føri. Sendistovan sigur, at Ísland hevur einki beinleiðis bann ímóti Sea Shepherd. Men Paul Watson sjálvur er lýstur at vera persona non-grata, ella óynsktur, í Ísland, tí Sea Shepherd søkti tvey hvalaskip í 1986. - Greenpeace skipið Rainbow Warrier fekk somuleiðis forboð móti at koma í íslendskan sjógv seinast í sjeytiárunum. Sendistovan sigur, at støðan í Íslandi er sjálvsagt nakað øðrvísi enn í Føroyum, tí har fer hvalaveiða bara fram á opnum havi og ikki á landi. - Sum skilst, er íslendski taktikkurin tískil at bannlýsa før, sum kunnu vera til ampa fyri lógliga veiðu í íslendskum sjóøki. Men í hvussu stóran mun hetta verður ført út í verki er tó ógreitt. Sendistovan leggur afturat, at Ísland eisini burturvísir rockarum í Hell’s Angels, tá teir koma til landið.
|